
Vegleiðing til bráskipanina
Matvøruframleiðarar skulu hava heilsufrøðiligu viðurskiftini í rættlag. Í Vegleiðing til Bráskipanina verður greitt frá flestu av hesum viðurskiftum. Vegleiðingin er ætlað vinnuni, sum ein hjálp, og lýsir tey krøv sum eru til matvøruframleiðarar í heilsufrøðiligu kunngerðini.
Ensk útgáva verður tøk seinni í ár
Lógarverk og kunngerðir
Løggilding og eftirlit av matarstøðum verður gjørt við grundarlagið í matvørulógini, og teimum í henni heimildaðu kunngerðum. Í samband við Bráskipanina, eru serliga hesar kunngerðir viðkomandi.
- kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í samband við matvøruframleiðslu (kunngerð nr. 34 frá 19. mars 2025)
- Kunngerð um heilsufrøðiligt eftirlit og almannakunngering av eftirlitsúrslitum (kunngerð nr. 33 frá 19. mars 2025)
- Kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum (kunngerð nr. 128 frá 28. desember 2010)
Harumframt skulu matvøruframleiðarar kenna til matvørulógina, og møguligar aðrar kunngerðir, sum eru viðkomandi í samband við teirra virksemi, t.d. galdandi reglur um útílatingarevni og merking.
Matvørulógin kann lesast á logir.fo, og undir Tilvísingar > Heimildir, síggjast tær kunngerðir, ið eru heimilaðar í henni.
Nýtt matarstað
Skalt tú lata eitt nýtt matarstað upp, so skal tú hava løggilding ella skráseting frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, áðrenn virksemi kann byrja. Um matarstaðið verður partur av Brá, veldst um, hvat slag av virksemi talan er um.
Oyðubløð, at fylla út í samband við umsókn um løggilding og skráseting, kunnu takast niður á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eisini ber til at lesa meira um løggilding og skráseting.