Blog

  • Ensk vegleiðing | Guidance in English

    Ensk vegleiðing | Guidance in English

    English below

    Vegleiðingin til bráskipanina er nú eisini tøk á enskum. Hon er ætlað sum ein hjálp til matvøruframleiðarar og starvsfólk á matstovum, kafeum og líknandi, sum ikki skilja føroyskt.

    Vegleiðingin lýsir tey krøv, sum verða sett matvøruframleiðarum sambært matvørulógini og kunngerðunum, ið eru heimilaðar í henni, og gevur samstundis eina vegleiðing um, hvussu krøvini kunnu lúkast í verki.

    Tó er altíð týdningarmikið eisini at kenna sjálva lóggávuna. Í vegleiðingini eru slóðir til galdandi reglur og kunngerðir.

    Les ensku vegleiðingina her.

    The guidance for the Brá system is now available in English. It is intended as a tool for food business operators and employees working at restaurants, cafés and similar establishments who do not understand Faroese.

    The guidance outlines the requirements that apply to food business operators under the food legislation and the related executive orders, and explains how these requirements can be complied with in practice.

    However, it is always important to be familiar with the legal basis itself. The guidance also includes links to the relevant legislation and regulations.

    Read the guidance in English here.

  • Kunningarfundur fyri vinnuni, 2. umfar

    Kunningarfundur fyri vinnuni, 2. umfar

    Nú eru fyrireikingarnar til 2. umfar av bráskipanini í gongd. Í hesum umfari verða eftirlit gjørd á smærri kafé’um, matarvognum, og bensinstøðum, sum viðgera eitt meira avmarkað úrval av mati. Tað vil siga: matarstøð, sum hava eina lítla matarskrá. Bólkur 2 fevnir tó eisini um kioskir og handlar, sum til dømis gera grillpylsur og sjálvtøkusalat.

    22. apríl klokkan 14 verður kunningarfundur fyri vinnuni, har greitt verður frá um bráskipanina og komandi eftirlitini. Tey, sum reka virksemi, ið er partur av 2. umfari, hava fingið innbjóðing til kunningarfundin. Um tú ikki hevur fingið innbjóðing, men metur teg eiga at verða við á fundinum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna (tlf. 556400 ella hfs@hfs.fo)

    Fyrstu bráeftirlitini vórðu gjørd í september 2025. Eftirlitsúrslitini eru síðani almannakunngjørd á brá.fo so hvørt, sum eftirlitini eru framd. Higartil eru 108 bráeftirlit gjørd, har størsti parturin av støðunum høvdu viðurskiftini í lagi og sostatt fingu eitt fegið brá.

    Støðini, sum vóru partur av fyrsta umfari, vóru matstovur, størri kaféir og út við veitingar, sum viðgera og veita eitt breitt úrval av virkaðum matvørum til brúkaran. Tað vil siga: matarstøð, sum hava eina stóra og fjølbroytta matarskrá. Flestu av hesum eru nú vitjað, tó undantikið nøkur støð, sum einans hava virksemi summarhálvuna ella støð, sum vegna serligar umstøður, hava stongt í løtuni.

  • Nú er Brá ávegis

    Nú er Brá ávegis

    Við inngongdina til fleiri matarstøð kring landið sæst, at nú er Brá ávegis

    Tey støð, sum eru partur av fyrsta umfari, hava fingið eina ávegis brámynd, sum tey  kunnu hanga upp fyri at vísa á, at staðið er partur av Brá. Hetta hava fleiri matarstøð longu gjørt.

    Bráskipanin fer at gera tað møguligt hjá tær at kunna teg um matvørutrygd og reinføri á matarstøðum, bæði, tá ið tú etur úti, og tá ið tú keypir mat heim við. Har ávegis brámyndin hongur nú, fara seinastu eftirlitsúrslitini hjá matarstaðnum frameftir at hanga. Úrslitini verða frameftir givin sum ein brámynd, og kann vera: Fegið brá, strangt brá ella misnøgt brá.

    Skipanin verður sett í verk í trimum umførum. Tey støð, sum eru partur av fyrsta umfari eru matstovur, størri kafeir og út við veitingar, ið viðgera og veita eitt breitt úrval av virkaðum matvørum til brúkaran. Í seinni umførum verða kafeir, matarvognar, bensinstøðir og handlar, ið viðgera eitt avmarkað úrval av mati, tikin við í skipanina.

    Fyrstu eftirlitini, sum eru partur av bráskipanini, verða gjørd á heysti í 2025.

Secret Link