Kunningarfundur fyri vinnuni, 2. umfar

Nú eru fyrireikingarnar til 2. umfar av bráskipanini í gongd. Í hesum umfari verða eftirlit gjørd á smærri kafé’um, matarvognum, og bensinstøðum, sum viðgera eitt meira avmarkað úrval av mati. Tað vil siga: matarstøð, sum hava eina lítla matarskrá. Bólkur 2 fevnir tó eisini um kioskir og handlar, sum til dømis gera grillpylsur og sjálvtøkusalat.

22. apríl klokkan 14 verður kunningarfundur fyri vinnuni, har greitt verður frá um bráskipanina og komandi eftirlitini. Tey, sum reka virksemi, ið er partur av 2. umfari, hava fingið innbjóðing til kunningarfundin. Um tú ikki hevur fingið innbjóðing, men metur teg eiga at verða við á fundinum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna (tlf. 556400 ella hfs@hfs.fo)

Fyrstu bráeftirlitini vórðu gjørd í september 2025. Eftirlitsúrslitini eru síðani almannakunngjørd á brá.fo so hvørt, sum eftirlitini eru framd. Higartil eru 108 bráeftirlit gjørd, har størsti parturin av støðunum høvdu viðurskiftini í lagi og sostatt fingu eitt fegið brá.

Støðini, sum vóru partur av fyrsta umfari, vóru matstovur, størri kaféir og út við veitingar, sum viðgera og veita eitt breitt úrval av virkaðum matvørum til brúkaran. Tað vil siga: matarstøð, sum hava eina stóra og fjølbroytta matarskrá. Flestu av hesum eru nú vitjað, tó undantikið nøkur støð, sum einans hava virksemi summarhálvuna ella støð, sum vegna serligar umstøður, hava stongt í løtuni.