Tíðindi

  • Kunningarfundur fyri vinnuni, 2. umfar

    Kunningarfundur fyri vinnuni, 2. umfar

    Nú eru fyrireikingarnar til 2. umfar av bráskipanini í gongd. Í hesum umfari verða eftirlit gjørd á smærri kafé’um, matarvognum, og bensinstøðum, sum viðgera eitt meira avmarkað úrval av mati. Tað vil siga: matarstøð, sum hava eina lítla matarskrá. Bólkur 2 fevnir tó eisini um kioskir og handlar, sum til dømis gera grillpylsur og sjálvtøkusalat.

    22. apríl klokkan 14 verður kunningarfundur fyri vinnuni, har greitt verður frá um bráskipanina og komandi eftirlitini. Tey, sum reka virksemi, ið er partur av 2. umfari, hava fingið innbjóðing til kunningarfundin. Um tú ikki hevur fingið innbjóðing, men metur teg eiga at verða við á fundinum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna (tlf. 556400 ella hfs@hfs.fo)

    Fyrstu bráeftirlitini vórðu gjørd í september 2025. Eftirlitsúrslitini eru síðani almannakunngjørd á brá.fo so hvørt, sum eftirlitini eru framd. Higartil eru 108 bráeftirlit gjørd, har størsti parturin av støðunum høvdu viðurskiftini í lagi og sostatt fingu eitt fegið brá.

    Støðini, sum vóru partur av fyrsta umfari, vóru matstovur, størri kaféir og út við veitingar, sum viðgera og veita eitt breitt úrval av virkaðum matvørum til brúkaran. Tað vil siga: matarstøð, sum hava eina stóra og fjølbroytta matarskrá. Flestu av hesum eru nú vitjað, tó undantikið nøkur støð, sum einans hava virksemi summarhálvuna ella støð, sum vegna serligar umstøður, hava stongt í løtuni.

  • Nú er Brá ávegis

    Nú er Brá ávegis

    Við inngongdina til fleiri matarstøð kring landið sæst, at nú er Brá ávegis

    Tey støð, sum eru partur av fyrsta umfari, hava fingið eina ávegis brámynd, sum tey  kunnu hanga upp fyri at vísa á, at staðið er partur av Brá. Hetta hava fleiri matarstøð longu gjørt.

    Bráskipanin fer at gera tað møguligt hjá tær at kunna teg um matvørutrygd og reinføri á matarstøðum, bæði, tá ið tú etur úti, og tá ið tú keypir mat heim við. Har ávegis brámyndin hongur nú, fara seinastu eftirlitsúrslitini hjá matarstaðnum frameftir at hanga. Úrslitini verða frameftir givin sum ein brámynd, og kann vera: Fegið brá, strangt brá ella misnøgt brá.

    Skipanin verður sett í verk í trimum umførum. Tey støð, sum eru partur av fyrsta umfari eru matstovur, størri kafeir og út við veitingar, ið viðgera og veita eitt breitt úrval av virkaðum matvørum til brúkaran. Í seinni umførum verða kafeir, matarvognar, bensinstøðir og handlar, ið viðgera eitt avmarkað úrval av mati, tikin við í skipanina.

    Fyrstu eftirlitini, sum eru partur av bráskipanini, verða gjørd á heysti í 2025.