Um Brá

Bráskipanin ger tað møguligt hjá tær at kunna teg um matvørutrygd og reinføri á matarstøðum, bæði, tá ið tú etur úti, og tá ið tú keypir mat heim við. Seinastu eftirlitsúrslitini hjá matarstøðunum síggjast við inngongdina, og her á heimasíðuni. Úrslitið verður givið sum ein brámynd. Navnið Brá kemur av orðinum andlitsbrá.

Møguligt er at fáa trý ymisk úrslit, fegið brá, strangt brá ella misnøgt brá.

Hvat merkir bráið?

Fegið Brá
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ongar viðmerkingar.

Strangt Brá
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest frávik frá reglunum og hevur til dømis givið boð, sett forboð ella sett tiltøk í verk.

Misnøgt Brá
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest álvarslig frávik frá reglunum ella afturvendandi brot á reglurnar.

Ávegis Brá
Matarstaðið er partur av bráskipanini, men er ikki vitjað enn.

Hvør er partur av Brá?

Skipanin er galdandi fyri matarstøð, sum eru alment atkomulig, og har matur verður seldur beinleiðis til brúkaran, sum t.d. matstovur, út við veitingar (take away), handlar o.tíl. Skipanin verður sett í verk í trimum umførum. Fyrsta umfar byrjar á heysti í 2025, og fevnir um matarstøð, ið viðgera nógvar ymiskar rávørur, og hava eina fjølbroytta matarskrá. Hetta er serliga matstovur, út við veitingar og størri kafeir.

Annað umfar fevnir um matarstøð, ið viðgera og veita eitt avmarkað úrval av matvørum, og hava eina einfalda matarskrá, sum t.d. smærri kafeir, bensinstøðir og matarvognar. Triðja umfar fevnir um handlar og kioskir, ið einans hava óvirkaðar matvørur og t.d. softice og bake off.

Ofta settir spurningar

Hvat er ein brámynd?

Brámyndin er eitt alment skjal, sum vísir úrslitið av eftirlitsvitjanini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Brámyndin skal hanga við inngongdina ella á einum sjónligum stað. 

Brámyndin vísir eftirlitsúrslitið (fegið, strangt ella misnøgt brá), og nær eftirlitið er gjørt. Brámyndin vísir eisini úrslitini frá teimum seinastu trimum eftirlitunum.

Á brámyndini sæst, hvørji øki eru kannað á eftirlitinum (t. d. hølir og útgerð, handfaring og tilgerð av mati). Um misnøgt ella strangt brá er givið fyri eitt kannað øki, er ein stutt frágreiðing um, hvat er staðfest.

Bert ein brámynd verður givin fyri hvørt eftirlit – eisini hóast eftirlit er gjørt á fleiri økjum. Endaliga úrslitið verður givið við støði í lakasta úrslitinum.

Nær skal brámyndin hangast upp?

Brámyndin skal hangast upp á sjónligum stað, beinanvegin matarstaðið hevur móttikið hana.

Hvat verður kannað á einum eftirliti?

Eftirlitið fevnir um heilsufrøðilig viðuskiftið, so sum framleiðsla, temperatur, reinføri og merking. Á brámyndini eru hesi viðurskifti deild í fýra øki:

· Mannagongdir og ábyrgd,
· hølir og útgerð, 
· handfaring og tilgerð av mati,
· sporføri og merking

Øll øki verða ikki kannað hvørja ferð. Vanliga verður hugt at tveimum økjum. Tala umstøðurnar fyri tí, kann koma fyri, at færri ella fleiri enn tvey øki verða kannað.

Hvør er ikki partur av Brá?

Bráskipanin er fyrst og fremst galdandi fyri alment atkomulig matarstøð, har matur verður seldur beinleiðis til brúkaran. Hetta merkir sostatt, at matvøruvirkir og heilsølur, sum gera og veita mat til víðari sølu, ikki eru partur av Brá. Køkar, ið viðgera og veita matvørur til búfólk, starvsfólk og sjúklingar eru somuleiðis ikki partur av Brá.

Harafturat eru skipanir, ið ikki eru fevndar av eftirliti hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og sostatt heldur ikki eru partur av Brá. Hetta eru heimablídni, ból og biti og heimaframleiðsla.